Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanning: Tey ungu vilja uttanlands at lesa 

Ein kanning, sum Hægri Nám á Glasi hevur gjørt millum øll 3. árs lesandi á gymnasialum miðnámi í Føroyum, vísir millum annað, at tey ungu heldur vilja sleppa uttanlands at lesa víðari, enn at lesa víðari í Føroyum

Kanningin er gjørd í sambandi við Markleys Útbúgving tiltakið 25. oktober 2023, har 3. árs lesandi á gymnasialum miðnámi høvdu høvið at kunna seg um møguleikarnar fyri víðari lesnaði, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Ein partur av kanningini snúði seg um, hvar tey ungu vilja lesa. Sambært kanningini eru tað nú færri enn 20 prosent, sum ynskja at lesa í Føroyum, meðan næstan 58 prosent vilja til Danmarkar at lesa. 

Glasir hevur gjørt slíka kanning bæði í 2014 og 2017 og nú aftur í 2023. Í 2014 ynsktu á leið 30 prosent av teimum ungu at lesa í Føroyum, meðan 43 prosent søgdu seg vilja til Danmarkar. Í 2017 ynsktu umleið 40 prosent, at lesa í Føroyum, meðan 36 prosent søgdu seg vilja fara til Danmarkar. 

Rákið vendir
Í ár er rákið so aftur vent, soleiðis at færri ynskja at lesa víðari í Føroyum, men heldur vilja uttanlands og serliga til Danmarkar at lesa. 

Talan er um stórar broytingar, sum hava stóra ávirkan á samfelagið sum heild, um tey ungu gera, sum tey siga í kanningini. 

– Í 2017 hevði tað positiva ávirkan á fólkavøksturin í Føroyum, at so nógv valdu at lesa í Føroyum. Um tølini í hesari kanning gerast veruleika, so fer tað at at vera við til at bremsa fólkavøkstrinum í Føroyum, sigur Finn Jensen, dekanur á Hægri Námi á Glasi, ið hevur staðið fyri kanningini. 

Hetta er óheppið, serliga tí talan er um ung fólk millum 18 og 22 ár, sum fara av landinum. Ein orsøk til vendu gongdina kann sjálvandi vera, at útlandið er meira lokkandi hjá teimum ungu, men hugsast kann eisini, at útboðið av útbúgvingum í Føroyum ikki er ment nóg mikið seinnu árini. 

Les eisini...  Garness systrarnar á KRISTFEST

Kanningin vísir eisini á smærri broytingar í lestrarvalinum hjá teimum ungu. Til dømis er væl minni áhugi fyri at fara at lesa í Bretlandi nú enn áður, meðan onnur norðurlond hava vaksandi áhuga millum tey ungu sum lestrarland.

Kelda: Glasir