Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendur DJ-ari verður við í 90´ini umaftur

DJ Sash fer at diska fleiri kendar sangir frá 90-unum í Høllini á Hálsi tann 9. mars

Dame tu mano

Y venga conmigo!

Vámonos al viaje para buscar los sonidos mágicos

De Ecuador!

Tey, sum vóru í Club 20 í 90´unum, minnist kanska væl hendan inngangin til sangin “Ecuador”, har ein maður tosar inngangin omanfyri, áðrenn hann brølar “Ecuador”!

Maðurin aftanfyri hendan kenda sangin frá apríl í 1997 er DJ Sash!

Nú verður hesin sami DJ Sash! at hoyra í Føroyum, tá hann vitjar tiltakið “90´ini umaftur”, sum verður í Høllini á Hálsi tann 9. mars.

DJ Sash! toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90-unum við hittum sum Ecuador, Stay, Encore, Mysterious Times, Rock My Body og Adelante.

Hann hevur verið aktivur á tónleikapallinum í 26 ár og er seinastu árini veruliga komin fram aftur, við nýggjum elektroniskum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir og er garantur fyri at skapa sannan 90ára hýr, har hann framførir, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

– Vit fegnast um, at Dj Sash! verður við til kvøldið og vænta nógv fólk til tiltakið.

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um eitt stórt tiltak, har farið verður aftur í 90’ini. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til.

Tiltakið tann 9. mars verður frá klokkan 21:00-03:45, og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki – bæði føroyskum og útlendskum, skriva fyrireikararnir.

Atgongumerki verða sett til sølu mánadagin 8. januar klokkan 08 á www.ebillett.fo, og fyrstu 24 tímarnir verða tey seld fyri serprís.

Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.