Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Møgulig nýggj staðseting funnin til kirkjuna á Argjum

Ein nýggj staðseting er funnin fyri ætlaðu kirkjuna á Argjum. Talan er um eina trøð við Traðargøtu miðskeiðis í Argjabygd

“Vansarnir tykjast ikki at vera størri, heldur minni enn fyrimunirnir, við at leggja kirkjuna á økið”, stendur at lesa í niðurstøðuni hjá EYA arkitektur design, ið hevur gjørt eina forkanning av staðsetingini.

Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við málinum í drúgva tíð, og eigararnir eru sinnaðir at selja kommununi trøðna.

Hetta vísir innlit, sum áhugabólkurin ‘Varðveitið fríøkið við Sandá’ hevur fingið.

Góð atkomuviðurskifti
Atkomuviðurskiftini eru góð. Harafturat vísir skitsan at pláss er fyri 50 bilum í tveimum parkeringsøkjum, og møguleikar eru fyri enn fleiri parkeringsplássum. Til samanbering hevur økið við Sandá bara um 20 parkeringspláss.

Í viðmerkingunum til skitsurnar vísir EYA á, at tað er ein fyrimunur, at kirkjan verður staðsett niðarliga á trøðni. Hóast mett verður, at kirkjan møguliga ikki fær neyðuga plássið, hon krevur fyri tignarliga staðseting, so kemur hon at síggjast væl av bæði Argjum og úr Havnini og verður eitt ýti í býum. Víðari stendur at lesa í viðmerkingunum, at við at hava kirkju og grønt p-øki í miðjuni, ber til at skapa ein tiltalandi geira frá Traðagøtu og fáa samband við matriklarnar við ánna og víðari eystureftir til økið, sum kommunan eigur og hevur ætlanir um. Somuleiðis er tætt til komandi nýggju viðarlundina. Við hesum í huga, ber til at geva møguligum bústøðunum nógv tiltalandi fríøki og rekreativ øki.

Kirkjuráðið noktar
Innlitið, sum áhugabólkurin hevur fingið, vísir eisini, at kirkjuráðið á fundi við Tórshavnar kommunu fekk lagt fram uppskotið til nýggju staðsetingina og hevur umrøtt málið. Men kirkjuráðið tekur ikki undir við nýggju staðsetingini og hevur í longum svarskrivi víst málinum aftur við m.a. grundgevingini, at ein nýggj staðseting fer at draga málið út.

Les eisini...  Rendi á eitt el-skáp

Áhugabólkurin, hinvegin tekur fult og heilt undir við alternativu staðsetingini, tí við henni verður fríøkið við Sandá varðveitt, og kirkjan fær harumframt eitt sjónligt og sentralt stað mitt í bygdini tætt við skúla, nýggju útstykkingina og viðarlundina. Eisini fer hon at síggjast væl av sjónum og hetta er nakað, ið áður hevur havt stóra raðfesting í Føroyum.

Áhugabólkurin heldur, at nýggja staðsetingini er ein góð og semjusøkjandi loysn til hetta málið, sum nú í meira enn eitt áratíggju hevur elvt til spjaðing og gjáir millum fólk á staðnum. Nýggja staðsetingin bindir gomlu og nýggju Argir saman á fleiri mótum.

76 milliónir kostar kirkjan
Ein nýggj kostnaðarmeting er gjørd fyri ætlaðu kirkjuna á Argjum. Metingin er 76 mill.kr.

Kirkjur verða fíggjaðar við trimum lutum. Kirkjuráðið skal útvega ein triðing, sum er um 25,3 mill.kr. Ein triðing letur Stiftsstjórnin og seinasta triðingin skal Almanna- og mentamálaráðið leggja á borðið, grundað á eina haldgóða kostnaðarmeting.

Aðalráðið upplýsir, at kirkjuráðið hevur nóg mikið í sínum parti í februar mánaða. Fólk í Argja kirkjusókn hava goldið hægri kirkjuskatt fyri at útvega kirkjuni pening.

Áhugabólkurin ásannar, at ein alternativ staðseting fer at kosta kommununi pening, men at í hesum føri má hugsast fram í tíð, og virðið, sum náttúran og fríøkið hava fyri tey mongu fólkini, ið dagliga njóta løtur fram við Sandá, kemur fleirfalt aftur.

Loysnin, sum Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við, er eisini meira í samljóð vil fólksins vilja og rákini í samtíðini um fleiri grøn økir, størri náttúrumargfeldi og betri náttúruvernd.

Nú bíða vit eftir og vóna, at Tórshavnar kommuna keypir lendið, og staðsetir kirkjuna endaliga.

Les eisini...  Tvær ferðir 100 á somu dagfesting

Áhugabólkurin ‘Varðveitið fríøkið við Sandá’

Heri á Rógvi, Jóhann Mortensen, og Urd Johannesen