Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russland brúkar alsamt fleiri tilflytarar sum herfólk í Ukraina

Vladimir Putin hevur undirskrivað eitt boðbræv, sum lættari skal geva tilflytarum russiskan ríkisborgaraskap, um hesi gera hertænastu í Ukraina. Keldur vilja vera við, at summi hava verið noydd til at skriva undir sáttmála við russiska verjumálaráðið

Tað eru 681 dagar síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Fleiri túsund tilflytarar – ið serliga koma frá londum í Miðasia – vórðu hildin aftur í Sankta Pætursborg í Russlandi nýggjársaftan. Hetta tí, russiski herurin roynir at útvega sær fleiri fólk til kríggið í Ukraina, skrivar Novaja Gazeta Europa, vísandi til eina ónevnda keldu í russiska verjumálaráðnum.

Sambært miðlinum hava minst 1.500 av teimum afturhildnu monnunum longu undirskrivað avtaluna við russiska verjumálaráðið.

Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør, høvdu russar longu samtykt lógir, sum skuldi gera tað meira smidligt at fáa russiskan ríkisborgaraskap við at undirskriva sáttmála við russiska herin, men við nýggja boðbrævinum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, so fáa familjulimir hjá tilflytarunum, sum hava gjørt sáttmála við herin, eisini russiskan ríkisborgaraskap.

Sambært kelduni hjá Novaja Gazeta, so er hetta seinasta átakið eitt úrslit av, at tað eru ov fáir russar, sum sjálvbodnir melda seg í hertænastu, og harvið kunnu vænta sær at fara í kríggj í Ukraina.

Boðbrævið