Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ hevur einki hoyrt frá Lyngby

Í Klaksvík vænta tey, at Magne Hoseth verður verandi í KÍ hetta kappingarárið

Lyngby skal hava ein nýggjan venjara, eftir at íslendingurin, Freyr Alexandersson, er seldur til belgiskt felag, og í morgun visti B.T. Sport, at Magne Hoseth hevur verið til setanarsamrøðu í Lyngby.

Tipsblaðið skrivar nú seinnapartin, at KÍ vil hvørki vátta ella avsanna, at Magne Hoseth hevur verið til samrøðu við Lyngby, men úr KÍ ljóðar tað, at Lyngby ikki hevur verið í samband við KÍ um møguligt keyp av Magne Hoseth.

– Tað, sum vit fyrihalda okkum til, er, at hann hevur ein sáttmála við KÍ hetta kappingarárið, sigur miðlastjórin í KÍ, Súni Clementsen, við Tipsblaðið.

– Vit kunnu hvørki vátta ella avsanna, hvat fyri ætlanir Lyngby hevur, men vit hava ikki fingið nakað boð úr Lyngby, og hann (Magne Hoseth, jour.) hevur sáttmála fyri restina av 2024, sigur Súni Clementsen.

Víðari sigur hann, at hann er greiður yvir, at tað er stórur áhugi fyri KÍ-venjaranum, serliga eftir góðu úrslitini í Evropa, men at tað er fleiri falskar søgur um feløg, sum vilja hava fatur á Magne Hoseth.