Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2023?

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Eins og seinasta ár, fara vit eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Kross á frymlinum á heimasíðuni, á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn.

Freistin at senda inn uppskot fyri 2023 er hin 1. februar 2024.