Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kim Durhuus spyr um afturbering av MVG á leigubilum

Tingmaðurin úr Javnaðarflokkinum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum nakrar fyrispurningar um afturbering av ymiskum avgjøldum fyri inn- og útfluttum bilum

Tey seinastu árini er ferðafólkatalið í Føroyum økt munandi, og hevur tað viðført, at fleri og fleiri leigubilar eisini eru komnir út á teirføroysku vegirnar at koyra. Hesir leigubilar fáa afturbering úr landskassanum.

Hetta kann undra almikið, tí eitt av endamálunum við ferðavinnuni er jú at fáa øktar inntøkur – eisini til landskassan.

Tískil má staðfestast, at talan er um eina heldur ivasama skipan, sum letur upp fyri, at MVG-frítøkan kann nýtast til onnur endamál enn tað, hon er ætlað til.

Sí fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/59522

Kim Durhuus, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin