Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógvir brandbilar á brennistøðini á Hjalla

Talan var tó bert um eitt tekniskt brek

Tvær ferðir hava brandalarmar ljóðað seinasta døgnið, har øll tilbúgvingin bleiv sett í gongd, men í báðum førunum var talan um tekniskt brek, so talan var lukkutíð ikki um eld.

Á brennistøðini á Hjalla eru tey í holt við at reinsa og umvæla stóra brenniovnin, og í hesum føri var nógvur roykur koyrdur gjøgnum skipanina, soleiðis at sjálvvirkandi brandalarmurin fór ígongd.

– Tey høvdu gloymt at boða sløkkiliðnum frá, og tí fór tilbúgvingin ígongd, men talan var um ongan eld, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Men tað sær rættiliga ógvisligt út, tá øll tilbúgvingin fer ígongd. Fólk sóu fleiri brandbilar, umframt løgreglubil og sjúkrabil, koyra á staðið í samband við, at sjálvvirkandi brandalarmurin fór ígongd á vaktsentralinum.

Í gjárkvøldið fór aftur ein sjálvvirkandi brandalarmur ígongd á vaktsentralinum – hesa ferð í einum Føroya Tele-bygningi í Søldarfirði.

– Men aftur her var talan um ein tekniskan feil, greiðir vaktleiðarin frá.