Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klæmint leingir við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann eisini kemur at spæla fyri NSÍ í 2025

Málkongurin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, leingir sín sáttmála við einum ári, so hann nú eisini er sáttmálabundin til NSÍ í 2025.

– Klæmint spældi seinasta kappingarárið við Breiðabliki, og nú er hann so heima aftur við Løkin. Klæmint hevur í Føroyum bara umboðað NSÍ, og við nýggja sáttmálanum er staðfest, at soleiðis kemur tað eisini at verða framyvir, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

33-ára gamli rituvíkingurin er við sínum 230 málum mest skorandi leikarin í bestu føroysku deildini nakrantíð. Klæmint hevur hartil skorað 23 mál í steypakappingini og sjey mál í evropeisku kappingunum. Íalt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ.

Á landsliðnum er hann við sínum tíggju málum, saman við Rógva Jacobsen, mest skorandi landsliðslspælarin nakrantíð.

– Vit eru sera glað fyri at síggja Klæmint aftur við Løkin, og vónandi nógv ár afturat, skrivar heimasíðan hjá teimum gulu.