Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smyril Line fær 296 nýggjar trailarar

Smyril Line er farið í holt við at endurýggja sín trailaraflota

Smyril Line hevur fyri fáum vikum síðan fingið fyrstu sendingina av nýggjum trailarum.

Samanlagt skal felagið fáa 296 nýggjar trailar frá TIP Group, skrivar heimasíðan bluefaroeislands.com.

Av hesum eru 166 av mest framkomnu køli/frystrailarum í heiminum, sum millum annað minka um møguligar skaðar við upp- og avskiping.

Umframt nýggjar trailar og køli/ frystitrailarar, so verða eisini nógvar av presindungunum skiftar út.

Tær verða framvegis prýddar við eyðkendu Smyril Line myndunum, har Norrøna siglir millum oyggjarnar í Føroyum.

Kelda: bluefaroeislands/tip group