Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ísak skrivar undir við Sävehof

Enn ein føroyingur fer til svenska hondbóltsfelagið, Sävehof

Fyrst fór Elias Ellefsen á Skipagøtu, síðan Óli Mittún, og nú fer ein triði føroyingur til svenska hondbóltsfelagið, Sävehof.

Ísak Vedelsbøl hevur skrivað undir við svenska felagið, men tað verður ikki fyrr enn næsta kappingarár, at 19 ára gamli strikuspælarin fer til svenska felagið.

– Eg havi hoyrt nógv gott um felagið, og síggi fram til at menna meg meira sum spælara í Sävehof, sigur Ísak Vedelsbøl við heimasíðuna hjá svenska hondbóltsliðnum.

Felagið fegnast eisini, at enn ein føroyingur kemur til Sävehof.

– Eftir at Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún, so hevur tað eydnast okkum at fáa enn ein spælara úr Føroyum. Vit vóna, at Ísak fer menna seg nógv her tey komandi árini, sigur Jonathan Stenbäcken, ítróttarstjóri í Sävehof.

Ikki er greitt, hvussu langan sáttmála Ísak Vedelsbøl hevur skrivað við Sävehof.