Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í 15 ár kundu tvey verjuskip ikki brúka kanónina

Hóast útgerðin var keypt, so varð hon ongantíð sett í skipini

Í 15 ár kundu tvey av nýggjaru verjuskipunum, sum halda eyga við økinum kring Føroyar og Grønland, ikki brúka sínar kanónir, tí ein avgerandi vápnaskipan varð ongantíð sett upp á skipunum.

Tað vísir eitt innlit, sum Danmarks Radio hevur fingið fatur á.

Talan er um verjuskipini Knud Rasmussen og Ejnar Mikkelsen.

Danski verjumálaráðharrin er bilsin, tá hann verður biðin at siga sína meining um hetta.

– Hetta kann upp á ongan máta góðtakast, sigur Troels Lund Poulsen við DR.

Tað nýggjasta skipið í hesum klassanum varð tikið í brúk í 2016, men í mun til hini bæði, Knud Rasmussen og Ejnar Mikkelsen, so varð útgerðin sett í Lauge Koch, ið er nýggjasta verjuskipið í Knud Rasmussen-klassanum.

Útgerðin, sum nevnist Ceros-skotleiðsluskipanin, er grovt sagt eyguni og heilin hjá kanónunum. Skipanin ger, at kanónin kann raka málið við einum neyvleika upp á fáar sentimetrar.

Myndlýsing: Danmarks Radio

Í 2015 fekk fíggjarnevndin í Fólkatinginum at vita, at verjumálaráðharrin hevði avgjørt at keypa hesa vápnaskipan frá svenska Saab fyri 42 milliónir krónur.

Men tað gingu sjey ár, áðrenn skipanin so líðandi bleiv sett á annað verjuskipið, og í ár er ætlanin, at hitt verjuskipið skal fáa hesa skipan sett í skipið.

Eftir at DR hevur gjørt danska verjumálaráðharran varugan við hetta, hevur hann biðið danska Verjumálaráðið um eina frágreiðing um gongdina, og hon kemur væntandi í endanum av januar, sambært DR.

– Eg havi onga forkláring um hetta. Eg eri tíverri eisini tikin av bóli yvir hetta, at ein avgerð er tikin í 2015, men sum tað ikki er fylgt upp upp á, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, við DR.

Les eisini...  Føroyska byrjanaruppstillingin ímóti Grikkalandi

Næstu árini skulu tað brúkast yvir 100 milliardir krónur upp á at uppstiga donsku verjuna, men danski verjumálaráðharrin sigur við DR, at tað kunnu roknast við onkrum tjums á vegnum.