Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne Hoseth nærkast Lyngby

KÍ-venjarin hevur verið til samrøðu í Lyngby, sum er til reiðar at bjóða honum ein sáttmála. Nú er tað upp til Lyngby og KÍ at semjast um ein prís

Eftir KÍ-ævintýrið í Evropa, so hevur stórur eftirspurningur verið eftir KÍ-venjaranum, Magne Hoseth. Leingi ljóðaði tað, at Start hevði ætlanir at knýta norðmannin til felagið, men tá Lyngby herfyri misti sín venjara, Freyr Alexandersson, so gingu ikki nógvir dagar, áðrenn samband var millum Lyngby Boldklub og umboðið hjá Magne Hoseth.

Í gjár var hann til samráðingar í Lyngby, og nú er greitt, at felagið er sinnað at gera sáttmála við Magne Hoseth.

Norðlýsið skrivar í morgun, at nú er tað komið hartil, at tað verður upp til KÍ og Lyngby at gerast samd um ein prís fyri KÍ-venjaran, Magne Hoseth, ið annars eisini hevur sáttmála við KÍ hetta kappingarárið.

– Tað er har, sum bólturin nú liggur. Um feløgini semjast, so verður Magne Hoseth nýggjur venjari hjá Lyngby, skrivar Norðlýsið.

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, váttar fyri Kringvarpinum, at eitt útlendskt felag hevur sett seg í samband við KÍ og spurt um venjaran, Magne Hoseth, men vil ikki siga meir enn tað í løtuni.