Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kappingin hjá kvinnunum í nýggjan ham

FSF hevur avgjørt at skipa kappingina í Betri Deildini hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Byrjað verður 25. mars, og kappingin endar leygardagin 19. oktober

Mánadagin 25. mars byrjar landskappingin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í ár verða níggju lið í kappingini, og sum nakað nýtt hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um at skipa Betri Deildina hjá kvinnum við grundspæli og endaspæli.

Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum. Síðani fara nummar 1 til 5 í bólk fyri seg, har tey kappast um FM, meðan hini liðini fara í ein bólk fyri seg, har tey dystast um at vinna niðara bólkin.

Harafturat fer eisini at vera skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat siðbundnu steypakappingini, sum vit kenna hana í dag. Minna steypakappingin verður fyri liðini, sum eru í niðara bókinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.

Kappingarárið hjá kvinnum byrjar annars við stórsteypadystinum millum KÍ og NSÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 9. mars.

Lítil undirtøka hjá monnunum
Herfyri hevði FSF ein kunnandi fund, har leisturin, sum nú verður í kappingini hjá kvinnunum, var til umrøðu, men undirtøkan var lítil fyri at broyta kappingina. Bert trý lið tóku undir við nýggja leistinum við einum grundspæli og síðan einum endaspæli.

Eftir ætlan skuldi ein møgulig broyting fremjast longu til kappingarárið 2024, men Kringvarpið skilti á lagnum, at ein broyttur kappingarleistur undir øllum umstøðum er útsettur til 2025.