Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðil: Avtala komin upp á pláss

Magne Hoseth verður nýggjur venjari í Lyngby. Sambært bold.dk eru KÍ og Lyngby nú vorðnir samdir um ein prís, fyri at keypa hann leysan av sínum sáttmála við KÍ

Fyrr í dag frættist, at KÍ og Lyngby vóru í samráðingum, so at Lyngby kann keypa Magne Hoseth leysan av sínum sáttmála við KÍ, og nú er líkt til, at partarnir eru komnar samt um eina avtalu.

Bold.dk skrivar, at Lyngby hevur fingið eina avtalu upp á pláss við KÍ, soleiðis at Magne Hoseth kann gerast Lyngby-venjari alt fyri eitt.

Væntandi verður hann kunngjørdur sum nýggjur venjari ein av komandi døgunum.

Týsdagin var norðmaðurin í Lyngby, har persónligu viðurskiftini komu upp á pláss, og síðan tá hava tey bæði kongabláu liðini samráðst um ein prís, so Lyngby kann keypa Magne Hoseth leysan av sínum sáttmála, og tað er so komið upp á pláss nú.

43 ára gamli norðmaðurin loysir íslendska venjaran Freyr Alexandersson av, ið varð seldur til belgiska KV Kortrijk, sum liggur og stríðist fyri lívinum í bestu deildini í Belgia.