Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

54.550 fólk búðu í Føroyum 1. desember

Fólkatalið vaks við 478 fólkum seinasta árið. 1. desember í fjør búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,9 prosentstig, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Fólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men nú vøksturin meira ella minni hæsaður av.  Hetta síðsta árið er fólkatalið vaksið við 0,9 prosentstigum, og so lítil fólkavøkstur hevur ikki verið síðan 2014. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 176 og eini nettoflyting á 302 fólk. 

Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

des

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir geva ábendingar um minkingar í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin tykist minka meiri enn fráflytingin, og samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 302 fólk. 

Færri føðast og doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið.

Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 121 børnum, og seinasta árið var tað vaksið upp á 176 børn.