Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir spælarar skrivað undir við 07 Vestur

Ein norðmaður og ein nigeriani hava skrivað undir sáttmála við felagsliðið í Vágum

Leingi hava vit bert hoyrt um frágongd úr 07 Vestri, men í seinastuni hevur verið nakað av hvítum royki at hóma úr skorsteininum í felagshúsinum á Dungasandi í Sørvági.

Felagið hevur gjørt sáttmála við norðmannin Filip Brattbakk og nigerianan Maxwell Effiom.

Filip er sonur Harald Martin Bratbakk, sum er kendur frá FCK, Rosenborg, Celtic og norska landsliðnum.

Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, at Filip, sum kann spæla sum áleypari ella høgri vongur, hevur fingið væl at fótbóltsevnunum hjá pápanum.

– Hann hevur spælt ungdómsfótbólt við Rosenborg, og fekk sáttmála við Rosenborg í 2020. Hann bleiv nokkso skjótt útleigaður til Ranheim og fór til Raufoss eftir tað. Filip er skrásettur fyri sjey dystir í bestu deildini og 88 dystir í næstbestu deildini í Norra.

Filip verður lýstur sum ein skjótur og bólttryggur spælari.

Eisini hevur felagið skrivað undir við 24 ára gamli Nigerianarin Maxwell Effiom.

– Maxwell hevur áður spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum, skrivar 07 Vestur.

Maxwell spælir sum vinstri vongur, og verður lýstur at vera arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.

Fyri viku síðan skrivaði felagið sáttmála við 19 ára gamla danan Magnus Isager, sum er sentralur miðvallari.