Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ísrael á ákærubonkinum í altjóða dómstólinum í Haag fyri fólkamorð

Í dag skulu umboð fyri ísraelsku stjórnina standa skúlarætt fyri ST-dómstólinum í Haag, har Ísrael er skuldsett fyri fólkamorð

– Tað kennist rættiliga andsagnarkent, at staturin Ísrael, ið varð settur á stovn eftir eitt fólkamorð, nú er ákært fyri at fremja fólkamorð.

Tað sigur útsenda tíðindafólkið fyri Danmarks Radio í Miðeystri, Nanna Muus Steffensen, við DR í morgun.

Orsøkin er, at Suðurafrika hevur ákært Ísrael, við sínum álopum í Gasa-geiranum, at bróta ST-samtyktina um fólkamorð.

Tað framgongur á kalendaranum hjá altjóða dómstólinum í Haag, ICJ, skrivar Ritzau.

Vísir ákærunum aftur
Ísrael heldur, at tað er vitleyst, at tað er komið hertil, at ísraelski staturin nú er undir ákæru fyri fólkamorð.

Samstundis leggur ísraelska stjórnin suðurafrikonsku stjórnina undir fyri at spæla djevulsins advokat fyri palestinska yvirgangsbólkin Hamas, ið Ísrael stríðist ímóti.

Eftir yvirgangsálopið á Ísrael tann 7. oktober í fjør, hevur ísraelska stjórnin gjørt greitt, at Ísrael fer at berja yvirgangsfelagsskapin niður, inntil Hamas verður týnt.

Síðan álopið á Ísrael 7. oktober og ísraelska aftursvarið, hava meira enn 22.800 palestinar og í minsta lagið 1.300 ísraelar latið lív, sambært heilsumyndugleikunum í Palestina og ísraelsku verjuni, IDF.

A residential building destroyed by Israeli air strikes stands in the city of Deir al-Balah, central Gaza Strip, 10 January 2024. More than 22,800 Palestinians and at least 1,300 Israelis have been killed, according to the Palestinian Health Ministry and the Israel Defense Forces (IDF), since Hamas militants launched an attack against Israel from the Gaza Strip on 07 October 2023, and the Israeli operations in Gaza and the West Bank which followed it. EPA-EFE/MOHAMMED SABER