Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norskur vongbakkur til 07 vestur

07 Vestur hevur skrivað sáttmála við norðmannin Kevin Egell-Johnsen

07 Vestur hevur kunngjørt tríggjar spælarar seinastu dagarnar, og aftur í morgun kunngerð 07 Vestur, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein spælara.

Kevin Egell-Johnsen er 23 ára gamal, og er uppvaksin í Stathelle í Noregi, sum liggur næst Sandefjord.

Hann spælir sum høgri vongbakkur.

í 2017, sum 17 ára gamal, kom hann til ODD. Hann spældi nógvar dystir á næstbesta liðnum hjá ODD, til hann í 2019 fekk sáttmála sum yrkisleikari.

– Tá Kevin skrivaði undir yrkissáttmála við ODD, segði hann, at sjálvt um hann spælir sum høgri bakkur, dámar honum best at koma fram at skjóta innlegg. Venjarin hjá ODD segði tá, at Kevin er ein spælari við góðum fysikki. Hann er sterkur, harður, hevur “drive” og er ferðmikil. Kevin verður lýstur sum ein vongbakkur við modernaðum spælistíli, skrivar heimasíðan hjá 07 Vesturi.

Í 2022 vóru Kevin og Gilli Rólantsson liðfelagar í ODD. Kevin hevur eisini verið liðfelagið hjá John Fredriksen í Arendal.

Kevin hevur spælt tíggju dystir í bestu norsku deildini, 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini.

– Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomin í felagið, skrivar felagið.