Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søk um filmsstuðul

Aftur í ár er møguligt at søkja um stuðul til filmsframleiðslu frá Tórshavnar kommunu

Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og virðisskapandi fyri filmsumhvørvið, vinnulívið í høvuðsstaðnum og fyri Tórshavnar kommunu.

Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í Føroyum.

Dentur verður lagdur á vinnuligar menningarmøguleikar og útlitini fyri, at verkætlanin verður framd í verki.

Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu og vinnulívið í høvuðsstaðnum.

Soleiðis søkir tú
Fert tú undir eina filmsverkætlan, og lýkur framleiðslan treytirnar, kanst tú søkja stuðulin á síðu okkara um stuðul til filmsframleiðslu.

3/4 av stuðulinum verður útgoldin, tá verkætlanin byrjar og seinasti 1/4, tá verkætlanin er liðug.

Ein bólkur, sum er settur saman av fólki frá umsitingini í Tórshavnar kommunu, Hugskotinum og uttanhýsis miðlafólk viðger umsóknirnar.

Tilmælið verður lagt fyri ávikavist vinnu- og fíggjarnevnd býráðsins til støðutakan.

Umsóknarfreistin er mánadagin 12. februar 2024.

Søk um stuðul til filmsframleiðslu