Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Captain Paul Watson Foundation fyrireikar seg til nýggj átøk í Norðuratlantshavi

Skipið hjá Paul Watson er nú umvælt, og nú fyrireikar felagsskapurin seg til nýggj átøk í Føroyum, Íslandi og Norra

– Vit sigla nú undir nýggjum flaggi, og nú fyrireika vit okkum til nýggj átøk í Føroyum, Íslandi og Norra í summar. Vit vera aftur í juni 2024.

Soleiðis skrivar Paul Watson á Facebook-vanganum hjá sínum nýggja felagsskapi, Captain Paul Watson Foundation.

Captain Paul Watson Foundation-felagsskapurin vitjaði við sínum skipið, John Paul DeJoria, í Føroyum í fjør summar, men steðgurin var stuttur. Upprunaliga skuldi felagsskapurin til Íslands, har átøk skuldu gerast móti íslendska hvalaveiðuni, men í síðstu løtu avgjørdi íslendska stjórnin, at íslendska hvalaveiðan skuldi útsetast til 31. august í fjør.

– Vit kundu ikki fara aftur til Íslands, tí Danmark hevði trýst Jamaika til at strika okkara flagg, tí vit høvdu blandað okkum í grindadráp í Føroyum, skrivar Paul Watson.

Leitað hevur verið eftir øðrum landi, sum kann leggja flagg til at skráseta John Paul DeJoria undir, soleiðis at skipið kann sigla aftur, og nú er líkt til, at tað hevur eydnast, tí skipið er nú skrásett í Dominika.

Men túrurin í Føroyum var eisini harður fyri motorin á John Paul DeJoria, tí annar av høvuðsmotorunum umborð mátti umvælast, eftir at skipið fór skúmandi til Havnar í samband við eitt grindadráp í juli í fjør.

Paul Watson og manning hansara vóru stødd norðanfyri, tá grindin varð rikin til Havnar, og John Paul DeJoria sigldi tí suður gjøgnum Djúpini við kós móti grindadrápinum, men tá John Paul DeJoria kom til molan í Havn, var longu ov seint.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Høvuðsmotorurin umborð á John Paul DeJoria, sum er skipið hjá nýggja felagsskapinum hjá Paul Watson, Captain Paul Watson Foundation, er nú liðugur umvældur, og nú fyrireikar felagsskapurin seg til nýggj átøk í Norðuratlantshavi (Mynd: Captain Paul Watson Foundation/Pressumynd)

Leggur eftir íslendskum hvalaveiðumanni
Í dagføringini frá Paul Watson leggur hann eftir íslendska hvalaveiðumanninum Kristjáni Loftsson, tí hann framhaldandi heldur fram at veiða stórhval.

Les eisini...  Spyr um umlætting hjá fjølbrekaðum fólki

– Loftsson er vanur við at fáa sín vilja, og tí mugu vit steðga honum, um Ísland ikki ger tað. Hann er ein av ríkastu monnum í Íslandi, og hann kann fella stjórnina, um tey ikki gera eftir hansara vilja. Men velur íslendska stjórnin at seta bann fyri hvalaveiðu, so verður eingin samanstoytur millum okkum. Hetta merkir, at vit kunnu leggja leiðina víðari til Føroya og/ella til Noregs, fyri at leggja uppí veiðu eftir hvali har, skrivar Paul Watson.

Í samrøðu við The Guardian sigur Kristján Loftsson, at hann hevur ætlanir at veiða hval í ár.

– Eg eri sannførdur um, at vit aftur fara at veiða hval í ár, sigur íslendski stórhvalaveiðumaðurin við bretska miðilin.

Til hetta skrivar Paul Watson, at felagsskapurin má fyrireika seg til tað versta í Íslandi og fyrireika seg til átøk í Føroyum og í Norra, velur íslendska stjórnin at verja nebbafiskin.

– Eg haldi, at tíðin er búgvin til enn eina dramatiska, ágangandi og effektiva uppílegging, endar Paul Watson sína dagføring við at siga.