Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tepurt tap í søguligum dysti í Berlin

Fimm minuttir í seinna hálvleiki gjørdust dýrir fyri føroyska hondbóltslandsliðið, sum í sínum fyrsta endaspælið tapti tepurt fyri Slovenia

Slovenia – Føroyar: 32-29 (13-13)

Í søguliga dystinum í Berlin í dag hittust Føroyar og Slovenia í fyrsta dystinum í bólki D í hesum EM-endaspælinum.

Føroyingar fingu eina góða byrjan, og førdu 4-2, tá seks minuttir vóru spældir.

Liðini fylgdust, men tá 12 og ein hálvur minuttir vóru farnir, løgdu slovenar seg á odda 6-5.

Eftir hetta skiftust liðini at gera tekniskar feilir, og týsku dómararnir hildu seg heldur ikki aftur at gera feilir.

Men føroyska liðið hekk í, og vann seg uppaftur og vit løgdu okkum eisini á odda aftur 11-10, tá tað restaðu fimm minuttir.

Tá klokkan í stóru Mercedes-Benz Arena floytaði til hálvleiks, stóð á jøvnum 13-13.

Føroyar løgdu seg á odda 14-13 í byrjanini av seinna hálvleiki, men so var stuttur steðgur, tí netið í føroyska málinum var loysnað. Menn í jakkasetti og slipsi brúktu rúma tíð at fáa bilbukt við trolið. Ein freistast til at siga, at tað vóru nógvir trolbassar á føroysku áskoðaraplássunum, ið kundu havt orðnað hatta upp á onga tíð, men til sjeynda og síðst fingu slipsamenninir bøtt trolið í føroyska málinum.

Eftir hetta løgdu føroyingar seg á odda við tveimum málum, tá støðan gjørdist 17-15, men sveru slovenarnir komu skjótt afturíaftur, og stutta løtu seinni var føroyska leiðslan etin upp, har Slovenia legði seg á odda 18-17.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan var støðan 24-21 til Slovenia, har tað til tíðir var heldur lætt hjá mótstøðuliðnum at skora móti føroyingum.

Í føroyska álopspartinum haltaði eisini hesa løtuna, har vit gjørdu nógvar tekniskar villur, sum aftur beit okkum í afturpartin í hinum endanum.

Les eisini...  Liverpool sending nr 123

Hetta hevði við sær, at slovenar drógu frá og løgdu seg á odda 29-23, tá tað restaðu tíggju minuttir av dystinum.

Seinastu løtuna gjørdu føroysku spælararnir eina seinastu roynd at koma afturíaftur dystin, og tað mundi komið spenningur í dystin aftur, tá Føroyar minkaðu um munin 29-27, men nærri enn tað kom føroyska liðið ikki.

Endaliga støðan gjørdist tí 32-29 til Slovenia í søguliga dystinum, har føroysku spælararnir kunnu iðra seg um teir fimm minuttirnar í seinna hálvleiki, tá mestsum alt gekk galið eina løtu.

Men hóast vit brendu illa, og til tíðir vardu illa, so fingu vit eina troyst eftir dystin, tá Håkun West av Teigum var kosin dagsins spælari.

Dysturin uttanfyri vøllin vunnu føroyingar stórt – eingin ivi um tað.

Næsti dystur verður leygardagin, tá vit møta Norra.

Hagtøl:

Føroysku áskoðararnir í Mercedes-Benz Arena í Berlin vunnu dystin uttanfyri vøllin (Mynd: EPA-EFE/CLEMENS BILAN)