Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimsins besta flogbóltsdeild í Televarpinum

Televarpið fer at senda fýra dystir um mánaðin úr bestu italsku deildunum – Superlega og Lega Volley Feminele

Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Volleyballworld um loyvi at vísa dystir frá italsku kappingini fyri kvinnur og menn í Televarpinum. Volleyballworld er dóttirfelag undir altjóða flogbóltssamgonguni, FIVB. Volleyballworld eigur sjónvarpsrættindini til eina røð av altjóða landsliðskappingum og eisini til fremstu deildir í heiminum, italsku Superlega fyri menn og Lega Volley Feminele fyri kvinnur.

Televarpið og Flogbóltssamband Føroya hava í meira enn tvey ár samstarva um at vísa Føroya Tele deildirnar og Bónus kappingarnar á rásunum hjá Televarpinum. Hetta samstarvið verður nú víðkað til eisini at fevna um altjóða flogbólt.

Hetta hevur tikið tíð at fáa í lag, og vit eru vit sera fegin um hetta, sigur Peter Holm, formaður í FBF. Vit hava veruliga tørv á, at ungu flogbóltsleikararnir síggja flogbólt á hægsta stigi fyri at fáa íblástur og fyri at kunna seta sær nýggj mál. Børnini hava altíð kunna sæð Ronaldo, Messi, Bellingham og hvat teir nú eita, men kenna ikki Leon, Michieletto, Gianelli, Isabelle Haak, Egonu ella Daalerop, fyri at nevna nøkur at teimum størstu nøvnunum í italsku flogbóltskappingunum.

Vit eru nøgd við samstarvið við Flogbóltssamband Føroya og gleðast um at hetta nú verður víðkað við altjóða flogbólti sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri fyri Televarpið sigur, at

At byrja við verða fýra dystir vístir um mánaðin – tveir úr Superlega hjá monnum, og tveir úr Lega Volley Feminele hjá kvinnum. Ætlanin er at víðka hetta og at vísa aðrar kappingar eisini.

Dystirnir eru hesir:

Leygardagin 14. januar kl. 17.00 Perugia – Lube (Superlega)

Sunnudagin 21. januar kl. 16.00 Novara – Busto Arsizio (Feminele)

Les eisini...  Í 15 ár kundu tvey verjuskip ikki brúka kanónina

Mikudagin 24. januar kl. 19.30 Trentino – Milano (Superlega)

Sunnudagin 28. januar kl. 16.00 Milano – Bergamo (Feminele)

Dystirnir hava allir enskar viðmerkjarar.

Tey, ið vilja síggja meira italskan og altjóða flogbólt, kunnu síggja hetta á Volleyballworld.tv, har hald tó er neyðugt.