Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Sverri stjóri í Sønderborg Lufthavn

Broytingar skulu gerast á flogvøllinum í Sønderborg – bæði handilsliga og fysiskt. Til at fremja hesar broytingar hevur felagið sett ein nýggjan stjóra, sum er Jákup Sverra Kass

Stórar broytingar skulu fremjast á flogvøllurin í Sønderborg, har millum annað stór nútímansgerð fyri 200 milliónir krónur stendur fyri framman.

Samstundis hevur nevndin í flogvøllinum orðað eina nýggja strategi fyri flogvøllin, ið skal hava sterkari vinnuligt endamál, skrivar danski miðilin, check-in.dk.

Tí hevur nevndin valt at skifta stjórasessin út, so Christian Berg fer úr starvi sínum í dag, 15. januar, eftir at hann hevur verið stjóri í Sønderborg Lufthavn síðan 1. mars í 2016.

Nýggi stjóri er Jákup Sverri Kass, ið hevur 20 ára royndir við økis- og altjóða flogferðslu, har hann millum annað hevur verið stjóri í Vága Floghavn.

– Ein spennandi uppgáva
Jákup Sverri Kass var stjóri í Vága Floghavn frá apríl í 2012 og fram til november í 2017. Hann gleðir seg til nýggja starvið, har eitt av málunum er, at 150.000 fólk skulu ferðast um Sønderborg Lufthavn árliga.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva. Sønderborg Lufthavn hevur stórar menningarmøguleikar, og eg gleði meg at koma í gongd við at læra umráðið, starvsfólkini og ætlanirnar betur at kenna. Eg eri motiveraður til at skapa vøkstur, og tað gerst best í samstarvi tvørtur um tað almenna og tað privata. Saman skulu vit hugsa burðardygt og menning í flogvøllinum, sum skal vera við til at styrkja ferðamannavinnuna, ídnaðin og økið her, sigur Jákup Sverri við miðilin, check-in.

Fólkini handan Sønderborg Lufthavn eru eisini fegin um, at felagið hevur fingið Jákup Sverra til at menna menningina av flogvøllinum.

– Vit fáa ein stjóra, ið bæði hevur royndir við at nútímansgera og menna lokalar flogvøllir í Føroyum og Grønlandi, sum hevur nógvar royndir innanfyri flogferðslu, og sum hevur týdningarmiklar førleikar, tá tað kemur til strategi, búskap og prosjektstýring, sigur Lars Tveen, nevndarformaður í Sønderborg Lufthavn.

Les eisini...  Nú ber til at bíleggja ferðaseðlar til New York

Í samband við nýggja starvið, so flytir Jákup Sverri Kass til Sønderborg, har hann tekur við starvinum tann 15. februar.