Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar fullu við æru

Føroyska verjan megnaði ikki at standa ímóti stóru og sterku póllendingunum, tá føroyska hondbóltsliðið skuldi vinna við fleiri málum, skuldi Føroyar vinna sær víðari luttøku í hesum EM-endaspælinum, men tað eydnaðist ikki. Men vit fingu eitt stig í okkara fyrsta endaspælið nakrantíð, og tað kunnu vit øll vera sera errin av

Pólland – Føroyar: 32-28 (15-15)

Undan seinasta dystinum í bólkaspælinum, í bólki D, í hesum EM-endaspælinum vóru Føroyar favorittur av veddingarfyritøkunum, og tað plagar ikki at vera ein leiklutur, sum føroyingar trívast væl í

Hóast hetta endaspælið ikki hevur gingið nakað serligt hjá pólska hondbóltslandsliðnum, so lovaði pólski landsliðsvenjarin, Marcin Lijewski, at liðið hjá sær skuldi enda kappingina væl.

Føroyska liðið legði bragdliga frá byrjan, nú lítli matematiski møguleikin fyri víðari luttøku í hesum endaspælinum var til staðar, men tað sást eisini, at póllendingar vildu gera sítt til at enda endaspælið væl.

Liðini fylgdust væl fyrstu løtuna av dystinum. Tá góðir tíggju minuttir vóru spældir, stóð á jøvnum 7-7.

Elias Ellefsen á Skipagøtu sá út sum ein maður with a mission, og hann hevði longu skorað seks mál fyrsta korterið.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vunnu vit okkum eina tvey máls leiðslu, men hendan varð etin upp aftur, tá tað restaðu tíggju minuttir, har føroyska liðið eisini fekk nakrar tveir minuttir útvísingar, ið høvdu við sær, at vit ikki rættiliga sluppu leysir av póllendingum, tá tað kemur til mál.

Støðan var 13-13, tá tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki, og tað stóð eisini á jøvnum 15-15, tá hallarfloytan í Mercedes-Benz Arena brølaði til hálvleiks.

Í fyrra hálvleiki haltaði okkara verjuspæl eitt sindur, har vit eisini fingu nakrar útvísingar, sum gjørdu tað, at vit ongantíð fingu ordiliga rútmu í okkara spæl.

Byrjanin av seinni hálvleiki líktist nógv tí fyrra. Spælt varð við nógvari ferð, og liðini skiftust at fáa mál.

Tá góðir tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki stóð á jøvnum 20-20.

Les eisini...  Landsliðið spælir tveir venjingardystir í Reykjavík

Tann matematiski møguleikin at vinna sær víðari luttøku byrjaði spakuliga at fjarða út, tí føroyska liðið slapp ongantíð leyst av póllendingum, og í verjuni megnaðu føroyska liðið ongantíð at seta propp í, og tí var tað í so lætt hjá Póllandi at fáa mál.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Pólland á odda 23-22.

Orkan byrjaði eisini so smátt at ganga undan, og hetta hevði eisini við sær, at Póllandi førdi 28-26, eftir at 52 minuttir vóru spældir, og seinastu løtuna dró Pólland frá, so at endaliga úrslitið gjørdist 32-28 til Pólland.

Soleiðis endaði hetta EM-endaspælið – okkara fyrsta nakrantíð, har vit so sanniliga kunnu vera errin av okkara ungu hondbóltsdreingjum, sum fekk alt Føroyar – ja, allan hondbóltsheimin – at frøast um hitt leygarkvøldið í Berlin, tá vit spældu javnleik móti einum av mætastu hondbóltstjóðum í øllum heiminum, Norra. Tá tóku vit Berlin.

Vit mugu eisini minnast til, at hetta er eitt sera ungt lið, sum hevur nógv gott í sær, og nógv gott at bjóða okkum tey komandi mongu árini, og tað gleða vit okkum til!