Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FK í Saltangará letur aftur

Føroya Keypssamtøka boðar frá, at handilin í Saltangará letur aftur. - Seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti, sigur formaðurin í Føroya Keypssamtøku

Mikudagin 31. januar 2024 steingir Føroya Keypssamtøka deildina í Saltangará.

Handilin hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti.

– Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari, sigur formaðurin í Føroya Keypssamtøku, Jákup Mørkøre, í tíðindaskrivi.

Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav eitt fulltíðarstarv, hava í dag fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið.

– Leiðsla og stjórn í Føroya Keypssamtøku ynskja at takka deildarleiðaranum, Ingun Davidsen, og starvsfólkunum í handlinum í Saltangará fyri einastandandi trúskap og hart arbeiði hesi árini. Teirra íkast eigur stórt rós uppiborið, men tíverri krevja umstøðurnar, at vit taka hesa avgerð, sigur Jákup Mørkøre.

Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK.

– Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir, sigur Jákup Mørkøre.