Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fer frá sum stjóri í FK

Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá Føroya Keypssamtøku

Føroya Keypssamtøka ger nakrar bygnaðarbroytingar, og í sambandi við arbeiðið at umskipa bygnaðin av Føroya Keypssamtøku, er avtala gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri.

Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK.

Súsanna Poulsen heldur tó fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku.

– Eg vil fegin takka Súsannu Poulsen fyri hennara ídni og stóra arbeiði, síðani hon kom í starv hjá FK hin 1/6 í 2022. Eg gleðist eisini um, at hon átekur sær at arbeiða sum ráðgevi komandi mánaðirnar til tess at tryggja dagliga raksturin, samstundis sum vit arbeiða mótvegis eini varandi framtíðarloysn. Eg fari eisini at takka Kristian Wolsing, bæði fyri arbeiðið, hann hevur lagt í Keypsamtøkuna higartil og fyri at siga ja til at hjálpa okkum við at menna, styrkja og dagføra Føroya Keypssamtøku, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku, í tíðindaskrivi.

Endaliga uppskotið um ein nýggjan bygnað fyri Føroya Keypssamtøku og ymsu deildirnar undir FK, verður viðgjørt á komandi aðalfundi.