Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey fólk handtikin fyri at smugla hassj til Føroya

Í sambandi við, at tollarar hjá Taks í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kg av hassji, ið var goymt í bilinum

Føroya Politi handtók í gjár tvey fólk, eina kvinnu og ein mann, tí hesi høvdu goymt 24 kilo av hassji, tá tey skuldu í land av Norrønu.

Føroya Politi skrivar í tíðindaskrivi, at fólkini eru skuldsett fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.

Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun. Fólkini, sum eru donsk, eru nú varðhaldsfongslað í fýra vikur.

– Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hassji við einum søluvirði á upp til sjey mió. kr. Politiið fer komandi tíðina m.a. at kanna, hvør skuldi taka ímóti hashinum í Føroyum, skrivar Føroya Politi.

Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp til tíggju ár.

– Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.