Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Knútgávukonsert og Norsku Utheim í Tøting

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu

***Leygarkvøldið 20. Jan. kl. 20.30 í Tøting***

Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast við dyrnar frá kl. 20.00.
Limir í Tónleikasamtakinum Grót, ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.

KNÚT:
Fyri fyrstu ferð í 10 ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni. Talan er um fjórðu plátuna hjá Knúti, ið ber heitið “Hjartasláttur” og er nýliga útkomin á plátufelagnum Tutl.

Plátan fær góð ummæli bæði her heima og uttanlands. Við árslok skýrdi Ári Rouch Hjartasláttur at verða ársins heildarútgáva 2023 í sendingini “Plátupanelið – Árið ið fer” í KVF.

Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið, hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni.

Níggju sangir eru á plátuni Hjartasláttur. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút nevniliga sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007).

Leygarkvøldið 20. januar fer Knút at hátíðarhalda nýggju plátuna á útgávukonsert, har hann framførir saman við bólkinum, ið hevur innspælt plátuna: Torleik Mortensen á bass, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummur, Mattias Kapnas á klaver og synth, og Knút sjálvur á sang, gittar og synth.

Utheim:
UTHEIM er ein folk/pop bólkur úr Oslo. Forsangari og sangskrivari Ørjan Utheim vil við bólki sínum seta ljós á kenslur, sum flest kunnu relatera til. Tann endaleysi kampurin um at hava hjarta á rætta stað, og at finna sítt pláss í stórbýnum, eftir at hava flutt frá útjaranum.

Les eisini...  Fyrsti at spæla fimm HM-endaspøl er deyður

Tónleikurin til Utheim fær íblástur frá egnum lívserfaringum og tónleikarum sum t.d. Thomas Dybdal, Bon Iver, Flyte og Jonas Alaska.

Manningin í er:
Ørjan Utheim Rygg – Sang
Oddur Joensen – Guitar
Sigurd Ose – Tangentar
Harald Frøyland – Bass
Sivert Stensø – Trummur

Tónleikasamtakið Grót