Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grein um famijurættarligu lóggávuna

Nýggj grein vísir, at tá familjurættarliga støðan hjá somu borgarum er ymisk í einum parti av ríkinum samborið við annan, kann tað hava mismun við sær

José María Lorenzo Villaverde hevur skrivað grein um yvirtøkuna, bygnaðin og skipanina við býti av familjurættarheimildunum í danska ríkisfelagsskapinum og viðurskifti av altjóða privatrættarlíknandi slagi millum ríkispartarnar.

Greinin er úrslit av granskingarverkætlanini, sum eitur “Skipan av lóg og institutiónum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin. Ein samanberandi lýsing av avbjóðingum, trupulleikum og møguleikum“, og sum Bárður Larsen og José María Lorenzo Villaverde hava gjørt við stuðli frá Granskingarráðnum.

Nýggja greinin eitur “The transference of family law to the Faroe Islands and the inter-territorial conflicts of laws in the Kingdom of Denmark: an appraisal.”

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum “International Journal of Law, Policy and the Family” Volume 37, Issue 1, 2023. Hon kann frítt lesast her

Úrtak úr greinini
Danska ríkið, ella Ríkisfelagsskapurin, er ein miðfyrraður (desentraliseraður) statur settur saman av Føroyum, Grønlandi og Danmark. Munirnir millum familjurættarligu lóggávuna í hesum trimum ríkispørtum hava drúgva søgu, har ikki allar lógir, samtyktar í danska lóggávutinginum, eru blivnar settar í gildi fyri Grønland ella Føroyar. Haraftrat yvirtóku føroyskir myndugleikar  heimildirnar at lóggeva á familjurættarliga ølinum í 2018.

Hendan greinin kannar á kritiskan hátt yvirtøkuna, bygnaðin og skipanina við býti av familjurættarheimildunum í danska ríkisfelagsskapinum og viðurskifti av altjóða privatrættarlíknandi slagi millum ríkispartarnar. Serliga evnini samkynt hjúnalag, ognarviðurskifti millum hjúnafelagar og skipan við sammóður fáa gjølliga viðgerð.

Greinin eyðmerkir og viðger ymisk ósamsvar og ymsar trupulleikar í skipanini. Markamót og samspæl við onnur rættarøki tykjast ógreið. Ongin væl skipaður stovnur er at loysa óvissu millum ríkispartar um heimildir, sum tí í roynd og veru eru latnar til politiskar samráðingar heldur enn at vera grundaðar á greiða formliga skipan. Ongin lóggáva regulerar privatrætt millum ríkispartarnar, og óvissan er stór, tá tað kemur til sambandið millum altjóða privatrætt og spurningin um lógarval millum ríkispartarnar.

Les eisini...  Seturskampus: Vinnarauppskotið avdúkað í Kongshøll

At kalla ongin samskipan er. Kunnu vit tá tosa um ein felags millum-territorialan rætt fyri danska kongaríkið? Kann tað henda, at ein avgerð í einum parti av ríkinum ikki fær viðurkenning í einum øðrum parti? Hóast greinin argumenterar ímóti at ákalla meginregluna um “ordre public”, viðurkennir hon, at spurningurin er ikki avkláraður.

Samspælið millum familjulógirnar í Danmark og Føroyum fara fram innan fyri ein karm og eina skipan, har viðurskiftini ikki eru nóg greið. Hetta sigur frá vantandi organisatión, atgerðarloysi og ov lítlum umhugsni fyri, hvussu danska ríkið skal kunna virka sum miðfirraður statur familjurættarliga. Úrslitið er óvissa um rættarstøðuna, sum hevur negativa ávirkan á borgararnar og kann leiða til støður, har mismunur verður gjørdur, tí rættarstøðan hjá somu borgarum er ymisk í einum parti av ríkinum samanborið við annan part, og tað kann elva til, at borgarar fara at hugsa strategiskt í at royna ymiskar royndarstovnar (forum shopping) at loysa síni mál.

Kelda: Granskingarráðið