Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skúlaviðurskifti eiga at verða granskað meira

Útbúgvingarleiðari heldur, at vit eiga at seta ferð á gransking í skúlaviðurskiftum

Her í Føroyum verður ofta víst til gransking, ið er gjørd uttanlands, og tað heldur útbúgvingarleiðari ikki er gott nokk.

Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, vísir á, at víst verður aftur og aftur á, at tað hevur týdning at tað hevur týdning at granska í okkara egnu viðurskiftum. Stórt fokus er millum annað á skúlaøkið í hesum døgum, og útbúgvingarleiðarin vónar, at burtur úr hesum kemur eisini ein ætlan um og raðfesting av gransking í skúlaviðurskiftum.

– Veruleikin er bara, at samanborið við onnur øki verður lítið granskað og kannað í skúla og útbúgving í Føroyum. Vit arbeiða á Námsvísindadeildini við at raðfesta gransking hægri. Skal tað eydnast, mugu vit sum samfelag raðfesta námsfrøðiliga gransking hægri. Ein fortreyt er eisini, at vit sjálv á Setrinum eru tilvitað um týdningin at granska í okkara egnu viðurskiftum, herímillum eisini raðfesta gransking í skúlaviðurskiftum. Tað eiga og mugu vit gera nakað við, sigur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, í samrøðu við Skúlablaðið.

Á Námsvísindadeildini hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti, at fólk skulu fáa umstøður at granska. Útbúgvingarleiðarin vísir á, at tørvur er á bæði smærri og størri granskingarverkætlanum.

– Vit hava líka stóran tørv á smærri verkætlanum sum teimum stóru. Vit eiga at granska í fakdidaktikki, skúlatilfari, ymsu lærugreinunum, námsfrøði, sernámsfrøði, skúlaskipanini og nógvum økjum í henni. Tað er neyvan bara ein orsøk til, at vit hava so lítla gransking í skúlaviðurskiftum, men eg hugsi, at ein orsøk er, at vit í so lítlan mun hava sett ljóskastaran á týdningin at menna skúlaskipanina og skúlaverkið á einum granskingargrundarlagi, heldur útbúgvingarleiðarin.

Les eisini...  Fólkaskúlalandslagið broytist

Hon vísir á, at granskingin í skúla- og barnalívi og námsfrøði er sum heild lítið av, og í skúlapraksiss so at siga einki av.

– Læraraútbúgvingin hevur sum fremstu uppgávu á at útbúgva fólkaskúlalærarar grundað á gransking í økinum, og tí mugu vit hava meiri gransking í skúlaskapi og námsfrøði í føroyskum jørðildi, sigur hon.

Kelda: Skúlablaðið