Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimið á Kvíggjartúni á Argjum er nú klárt at taka í nýtslu

Í hesum sambandi verður bjóðað til almenna móttøku fríggjadagin 19. januar klokkan 15

Heimið á Kvíggjartúni á Argjum er nú liðugt bygt og klárt at taka í nýtslu, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku, fríggjadagin 19. januar klokkan 15.

Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

Húsið verður opið frá klokkan 13 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn sjálv móttøkan byrjar klokkan 15.

Heimið, sum er fyri børn og ung við autismu, er í fýra eindum; eini búeind, eini umlættingareind, eini virkniseind og eini starvsfólkaeind.

Búeindin, sum inniheldur íbúðir, fevnir um felagsøki til seks fólk. Síðan er ein umlættingareind við seks kømurum, umframt felagsøkjum til umlætting.

Virkniseindin verður eitt dagtilboð til umleið 15 børn og ung, og so er ein starvsfólkaeind við hentleikum til starvsfólkini.

Heimið hevur felags hentleikar so sum venjingarrúm, sansarúm, verkstað, vátnavirksemið, teldurúm, ítrívsrúm, fleiri uppihaldsrúm og uttandura spæliplássi.

Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og samlaða grundøki er 7.600 fermetrar.

Í uppskotinum til verklagslóg vórðu játtaðar 39 milliónir krónur til samlaðu verkætlanina, men í mars í fjør vórðu játtaðar fýra milliónir krónur afturat, soleiðis at heimið kundi gerast liðugt fyri 43 milliónir eftir nýggju kostnaðarmetingini.