Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Havnar Dartfelag fingið nýggj høli

Nú verða pílarnir kastaðir í hølunum í Skansastovu í Eysturbýnum í Havn

Tórshavnar kommunu hevur leitað eftir nýggjum hølum til Havnar Dartfelag, og nú er greitt, at dartfelagið í Havn fer at kasta sínar pílar í Skansastovuni í Eysturbýnum.

– Tykkara felag er vaksið nógv seinastu árini, og nú hava tit 100 limir. Havnar Dartfelag er eitt virkið felag, tit hava skipað fyri altjóða kapping her í Føroyum við stórari luttøku. Tað er óguvliga umráðandi at skapa karmar til fríðtíðarvirksemi av alskyns slag, fyri at okkara borgarar, okkara ungdómar, hava eitt breitt úrval av fríðtíðaraktiviteti  at velja ímillum at fara til, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, tá hølini vórðu tikin alment í nýtslu.

Tórshavnar kommuna sigur, at kommunan ynskir at menna og víðka um møguleikarnar hjá ítróttinnum og øðrum fríðtíðaraktiviteti, og nú stóð Havnar Dartfelag fyri tørni, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.