Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Adrian kunngjørdur í Hillerød

Partarnir hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála

Í dag kunnger Hillerød á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Adrian Justinussen.

Felagið skrivar, at 25 ára gamli Adrian hevur spælt nøkur góð kappingarár við HB, har hann er skrásettur fyri at hava skorað 100 mál og lagt upp til 44 mál.

Adrian hevur vant við Hillerød í nakrar vikur, og hevur eisini fingið okkurt mál í venjingardysti fyri felagið úr Norðursælandi.

– Vit eru sera nøgd við tilgongdina av Adriani. Eg vænti, at hann verður ein styrkur fyri liðið. Hansara høgri fótur er øgiligur, og eg síggi fram til, at hann fer at vísa seg fram í NordicBet-deildini fyri okkum. Eg vænti mær nógv av honum, og eg eri glaður fyri, at hann nú er partur av okkara hópi, sigur forstjórin í felagnum, Jackie Rasmussen, við heimasíðu felagsins.