Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilt nær við at fáa eitt klipp í koyrikortið

Løgreglan gjørdi tvey ferðsluátøk í gjár - eitt við Leynatunnilin og so eitt í Eysturoynni

Føroya Politi gjørdi tvey ferðsluátøk í gjár – eitt við Leynatunnilin, og so eitt átak inni í Eysturoynni.

Við Leynatunnilin vóru tveir bilførarar tiknir fyri ferð. Annar koyrdi 89 kilometrar um tíman, og hin koyrdi væl skjótari, tí hann varð tikin fyri at koyra 104 kilometrar um tíman, og tað fær hann bót fyri. Men bilførarin var “heppin” bert at fáa bót, tí bleiv hann máldur fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, so hevði hann fingið eitt klipp í koyrikortið.

Løgreglan var eisini inni í Eysturoynni og kannaði ferðsluna har, har eitt átak var gjørt at kanna knallertir og prutl, og har vórðu tvey prutl tikin fyri at koyra við ov nógvari ferð. Men tá hesi prutl vóru kannaði nærri, so vísti tað seg, at tey vóru tunaði – ella bygnaðarbroytt, sum vaktleiðarin hjá Føroya Politi orðar seg.

Umframt at fáa eina bót, so vórðu pláturnar tiknar av prutlunum.

Vaktleiðarin sigur, at vit kunnu vænta okkum fleiri tílík átøk komandi tíðina.