Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hin allarbesti

Liðin eru 105 ár síðani, at Bob Pailsey var føddur. Hann stjórnaði Liverpool frá 1974 til 1983. Í glæsiliga tíðarskeiðnum vann hann 19 heiðrar.

Í november 1973 hevði fyrrverandi limurin í The Beatles, Ringo Starr, eina plátuútgávu, sum hann nevndi rætt og slætt Ringo, har John Lennon hevði skrivað fyrsta sangin, sum nevndist I’m the Greatest. Okkurt um hálvt ár seinni tók Robert Paisley við leiðsluni av Liverpool Football Club.

Bob Paisley var borin í heim stutt eftir, at fyrri heimsbardagi endaði. Tann 23. januar 1919 sá hann fyrsti ferð dagsins ljós í Hetton-le-Hole, sum liggur í Landnyrðingsonglandi, tætt við skotska markið. 20 ár seinni keypti Liverpool hann frá besta áhugafelagnum tá í tíðini, Bishop Auckland.

Paisley var 20 ára gamal, men seinni heimsbardagi stjól seks ár av hansara fótbóltslívleið, men kortini megnaði hann at gera vart við seg sum ein dugnaligur leikari. Liverpool vann fyrsta meistaraheitið, tá Landskappingin varð sett í gongd aftur í 1946-47, men nøkur vónbrot vóru eisini.

Eitt síðsta sprell gjørdi liðið í 1949-50. Leingi lá liðið við í stríðnum um meistaraheitið og tann 7. apríl lá liðið nr. 1, men ein vanlukkuligur endi gjørdi, at Liverpool hvørki vann meistaraheitið ella FA Cup. Liðið tapti seinastu 5 dystirnar í landskappingini, har serliga 1-2 tapið fyri Portsmouth á Fratton Park frátók Liverpool møguleikan at vinna meistaraheitið. Portsmouth endaði sum meistari ístaðin.

Bob Paisley var við til at vinna Liverpool í FA Cup finaluna, tá hann skoraði fyrsta í málið í 2-0 sigrinum á arvafíggindanum, Everton, í hálvfinaluni á Maine Road. Tíverri fekk Bob Paisley stutt eftir ein skaða, og hóast hann var tøkur bæði til dystin ímóti Portsmouth og finaluna, so varð hann frávaldur av serstøku úttøkunevndini. Endin varð, at Arsenal vann finaluna 2-0 og størsta vónbrotið hjá Paisley í Liverpool tíðini var veruleiki. Serstaka skipanin við úttøkunevnd kom eisini, í fyrstu syftu, at leggja meinbogar fyri menningina av Liverpool Football Club.

Les eisini...  Námsfrøðingar fáa lønarlyft frá 1. januar 2024

Longu í 1951 var ein ávísur Bill Shankly eitt boð sum felagsstjóri hjá Liverpool Football Club, tá felagsstjórin, sum førdi felagið til meistaraheitið í 1946-47, George Kay, mátti leggja frá sær, tí heilsan var vánalig. Táverandi felagsstjórin hjá Carlisle United í 3. deild norður, Bill Shankly, varð boðin til samrøðu við Liverpool nevndina. Knúturin í samrøðuni kom undan kavi, tá Liverpool nevndin róði fram undir, at felagsstjórin kundi seta liðið, men at stýrislimirnir høvdu rætt til at hava eyguni eftir henni og broyta hana, um teir ynsktu tað. Tá skal Bill Shankly hava sagt: “Um eg ikki velji liðið, hvørjum eri eg so felagsstjóri hjá?” Bill Shankly takkaði nei og Don Welsh varð settur ístaðin.

Sum flest onnur feløg var Liverpool Football Club framvegis bundið at aldagomlu skipanini, har stýrislimirnir settu liðið, men felagsstjórin varð dømdur fyri avrikið hjá liðnum. Millum teir, sum mannaðu Liverpool nevndina, var ein matvirkisánari, ein kolvinnulívsmaður og ein sakførari, so tað var kanska ikki so undarligt, at liðið ikki avrikaði sum ætlað, og at Bill Shankly tvíhelt um, at felagsstjórin, og bara felagsstjórin, hevði evstu ábyrgd og avgerðarrætt.

Tað var júst skipanin við úttøkunevnd, sum førdi til, at Bob Paisley ikki spældi FA Cup finaluna í 1950, tí fýra stýrislimir atkvøddu fyri Paisley, meðan fimm valdu Bill Jones (abba Rob Jones, sum spældi við Liverpool í 1990-árunum).

Liverpool flutti niður í 1954 og Paisley gavst at spæla. Hevði tað ikki verið fyri Liverpool formannin, T. V. Williams, sum yvirtalaði Paisley at koma uppí venjaratoymið, so hevði Paisley allarhelst vent aftur til múrsteinsarbeiðið, sum hann tókst við sum heilt ungur. Ístaðin fór hann við stórum ídni ígongd við ymiskar uppgávur í felagnum. Hann var venjari hjá eykaliðnum, venjari hjá fyrstaliðnum, hjálparmaður hjá felagsstjóranum og at enda felagsstjóri. Hann virkaði enntá sum vøddamýkjari hjá felagnum.

Les eisini...  Besti írski málskjúttin nakrantíð

Bob Paisley tók við einari stórari avbjóðing, tá hann gjørdist felagsstjóri hjá Liverpool, men Shankly helt, at hann hevði neyðugu dygdirnar, sum skuldu til fyri at gera tað. Tað ber ikki til at vísa manni størri álit enn at mæla til, at hann verður tín eftirmaður. Upprunaliga fekk Paisley eitt starv, sum hann ikki vildi hava, men meistaraliga útinti. Paisley vísti virkismátt frá fyrsta bríkslið, tá hann bað Bill Shankly um at halda seg burtur frá Liverpool venjingini, tí leikararnir framvegis kallaði Shankly fyri “boss”. Ongin ivaðist sostatt í, hvør nýggi sjefurin á brúnni var.

Bob og Bill høvdu arbeitt saman frá fyrsta degi, tá Shankly kom til Anfield, og teir lærdu nógv av hvørjum øðrum. Bob var stillur og eitt sindur meira afturhildin enn Bill, men hann var vitugur. Hann visti alt um at venja leikarar og hvussu hann skuldi takkla teir sálarliga. Tvítoymið Shankly og Paisley virkaðu saman í nærum 1.000 dystir fyri Liverpool Football Club frá desember 1959 til mai 1974. Tvær ferðir í 15 ár vóru teir burturstaddir í hvør sínum dysti.

Ongin ivi er um, at Bill Shankly hevur lagt grundarlagið fyri væleydnaðu úrslitunum, sum Liverpool Football Club hevur fingið tey farnu 60 árini, men við Bob Paisley á odda var Liverpool á veg til at gerast ótakandi í ikki bara enskum fótbólti, men so sanniliga eisini í europeiskum fótbólti. 

Á gravsteininum hjá Bob Paisley kundi saktans staðið: I’m the Greatest, sum Cassius Clay ella Muhammad Ali ognartók í 1970-árunum, men so hevði man gjørt seg inn á stillføra onglendingin úr Landnyrðingsonglandi, sum neyvan nakrantíð verður tikin í nøkrum fótbóltstalvi.

Les eisini...  Norðurlendsk eldrafeløg glefsa frá sær

Heiðurslistin:

·         Enskur meistari í 1976, 77, 79, 80, 82 og 83

·         Vann Europa Cup fyri meistaralið (Champions League) í 1977, 78 og 81

·         Vann UEFA Cup í 1976

·         Vann League Cup í 1981, 82 og 83

·         Ársins felagsstjóri í 1976, 77, 79, 80, 82 og 83

Ærað veri minnið um Robert “Bob” Paisley! YNWA!