Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur

Nú verða allir nýføðingar í Føroyum, sum fáa blóðroynd tikna úr hælinum – sonevndu PKU-royndina, nú kannaðir fyri seks sjúkur afturat. Tað merkir, at nýføðingar nú verða kannaðir fyri tilsamans 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur

Frá 15. januar í ár verða allir nýføðingar í Føroyum, sum fáa blóðroynd tikna úr hælinum – sonevndu PKU-royndina, nú kannaðir fyri seks sjúkur afturat. Tað merkir, at nýføðingar nú verða kannaðir fyri tilsamans 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur.

Tað er Statens Serum Institut, sum stendur fyri kanningunum, skrivar Heilsustýrið.

Kanningarnar av hælblóðroyndum hjá nýføðingum hava við sær, at til ber at finna og viðgera sjáldsamar sjúkur, áðrenn tær elva til óbótaligan skaða á heila og gøgn, ella hava við sær álvarsamt sálarligt ella kropsligt brek.

Uppískoytini í kanningarætlanina hava eitt nú við sær, at børn nú verða kannað fyri galaktosemi, sum er ein sjáldsom stoffskiftissjúka, sum ger, at kroppurin ikki megnar at niðurbróta mjólkarsukur.

Børn, sum verða fødd við galaktosemi, gerast ógvuliga sjúk longu fyrstu vikurnar eftir føðing. Verður sjúkan ikki viðgjørd, doyggja flestu børnini av livra- og nýraviknan.

Sjáldsamar sjúkur
Tær seks sjúkurnar, sum eru lagdar afturat kanningarætlanini, eru ógvuliga sjáldsamar. Ætlanin fevnir tó eisini um sjúkur, sum eru lutfalsliga vanligar í Føroyum, eitt nú CTD og cystiska fibrosu. Tað serstaka við øllum sjúkunum í kanningarætlanini er, at tað er trupult at varnast nøkur sjúkutekin, áðrenn óbótaligur skaði longu er hendur. Verður sjúkan staðfest tíðliga, kann meginparturin av børnunum fáa viðgerð og sostatt mennast normalt. Kanningarætlanin hevur við sær, at um 70 børn í danska ríkinum árliga verða sett í lívneyðuga viðgerð.

Donsku heilsumyndugleikarnir hava eftir tilmæli frá Dansk pædriatrisk screeningsudvalg gjørt av at leggja hesar seks sjúkurnar afturat kanningarætlanini, sum altso eisini fevnir um føroysk børn.

Kanningar av nýføðingum
Síðan 1982 hava foreldur at øllum nýføddum børnum í danska kongaríkinum fingið tilboð um, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum fyri at kanna, um barnið hevur ávísar álvarssamar sjúkur. Kanningarnar verða gjørdar út frá nøkrum blóðsdropum úr hælunum á nýføðingunum, og royndin skal takast 48-72 tímar eftir føðing. Blóðroyndin verður goymd og skrásett á einum PKU-korti, sum verður goymt í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Les eisini...  ”Hvussu hevur tú tað?" - Freistin á midnátt

Tær seks sjúkurnar, sum nú eru lagdar afturat kanningunum, eru:

  • Galaktosemi
  • Karnitin/acylkarnitin translocase mangul (CACT)
  • Karnitin-palmitoyltransferase 1a mangul (CPT-1)
  • Karnitin-palmitoyltransferase 2 mangul (CPT-2)
  • Klassisk homocystinuri – cystationin-beta-syntetase defekt (CBS-HCU)
  • Mukopolysakkaridose typa 1

Til ber at lesa um allar tær 25 sjúkurnar, sum eru við í kanningarætlanini her.