Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Úrvalsítrótturin fær 1,63 milliónir krónur í 2024

Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum umboðandi 10 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2024

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og 5 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. 5 ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrval umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.

Nevndin í Úrval

Játtaðar umsóknir 2024
NavnSambandJáttan
Jóannes PoulsenBogaskjóting50.000
Sámuel PetersenBogaskjóting50.000
U16/17 gentur og dreingirFlogbóltur20.000
Aron D. JacobsenFimleikur50.000
Ronja JohannessenFimleikur20.000
A-landslið mennHondbóltur250.000
U04 mennHondbóltur250.000
U06 mennHondbóltur20.000
Ranja JoensenBadminton20.000
Hávard VatnhamarSúkkling100.000
Elisabeth ErlendsdóttirSvimjing100.000
Vár E. EidesgaardSvimjing100.000
Líggjas JoensenSvimjing50.000
Isak BrisenfeldtSvimjing30.000
Ungir úrvalssvimjararSvimjing20.000
Niels Áki MørkStyrki75.000
Pól Hendrikur AndreasenStyrki75.000
Maibritt Reynheim PetersenStyrki75.000
Jónas G. IsaksenFrælsur ítróttur125.000
Eiri J. GlerfossFrælsur ítróttur75.000
Høgni Kunoy DávasonTaekwondo75.000
Í alt 1.630.000