Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lastbilur fór tvørtur um vegin

Vegurin um Velbastaðháls var stongdur í ein hálvan tíma, men har er koyrandi aftur

Tað er hált í støðum á mið- og norðurøkinum í morgun.

Umleið klokkan hálvgum seks í morgun fór ein lastbilur á glið á Velbastaðhálsi, sum kom at standa tvørtur um vegin.

Í samband við hetta, so var ikki koyrandi eina løtu, men ein hálvan tíma seinni var koyrandi aftur. 

Løgreglan heitir á fólk um at koyra varliga í morgun. Tað hevur verið klárt og kalt veður í nátt, og tí kann væntast við hálku í morgun.