Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein bilførari misti koyrikortið treytað

Ferðamátingar vóru í Havn, og eisini varð ferðslan kannað við skúlar og barnagarðar í Eysturoynni og í Havn í gjár

Tær sonevndu skúlapatruljurnar hjá løgregluni vóru í Eysturoynni og í Havn í gjár, har ferðslan bleiv kannað við skúlar og barnagarðar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at sum heild sá gott út, og bert eitt mál varð skrivað niður. Tað var eitt foreldur, ið ikki var íbundin trygdarbelti, tá hann koyrdi, so viðkomandi fekk bót fyri tað.

Í Suðuroy kannaði løgreglan eisini ferðsluna í gjár, og har sá alt gott út.

Treytað frádøming
Men í Havn vórðu nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan kannaði fyri ferð á Glyvursvegnum úti á Argjum, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir at koyra skjótari enn teir loyvdu 50 kilometrarnar um tíman.

Hjá tí eina bilførararanum bleiv tað til eina treytaða frádøming av koyrikortinum, og má tí taka tað av nýggjum, fyri at ikki missa tað, tí hann bleiv máldur at koyra 84 kilometrar um tíman.

Ein vindskaði
Tað hevur verið nakað av vindi í nátt, men løgreglan hevur bert fingið eina fráboðan um vindskaða, ið var ein lítil vindskaði í Klaksvík.

Har fuku ein ella tvær aluminiumsplátur av einum húsi.

Seint seinnapartin í gjár fekk politiið eina fráboðan eitt lítið skriðulop við Lundagjógv á Tjørnuvíkarvegnum, og har fekk Landsverk boð um at fara at rudda vegin.