Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Parkinsonfelagið: Ynskiligt um Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús høvdu serútbúnar fysioterapeutar til fólk við Parkinson

Tað harmar Parkinsonsfelagið, at Parkinsonsjúklingur og avvarðandi hansara kenna seg slept upp á fjall av Sjúkrahúsverkinum, eftir at ein 78 ára gamal søldfirðingur ikki fekk neyðuga endurvenjingina eftir eina skurðviðgerð í mjødnini

– Vit í Parkinsonfelagnum kenna als onki til, at sjúklingar verða sleptir upp á fjall av Sjúkrahúsverkinum aftaná ein skurðviðgerð.

Tað sigur forkvinnan í Parkinsonfelagnum, Anna Katrina Beder, eftir at avvarðandi hjá einum 78 ára gomlum manni úr Søldarfirði, ið hevur Parkinson og sum breyt mjødnina tann 2. januar í ár, harta Sjúkrahúsverkið fyri vantandi mannagongdir, tí hann ikki hevur fingið endurvenjingar eftir sína skurðviðgerð.

Forkvinnan greiðir frá, at henni vitandi er ongin serstøk mannagongd við venjing eftir eina skurviðgerð, tá ið ein hevur Parkinson.

– Øll fáa boðið venjingar hjá fysioterapeuti aftaná eina tíð, tá ið man er klárur til tað. Endurvenjing aftaná brot á mjødn eigur at vera tað sama, líkamikið hvat slag av trupulleikum, ið ein annars hevur at dragast við, sigur hon.

Hava rætt til at senda klagu
Í gott og væl tríggjar vikur fekk tann 78 ára gamli maðurin úr Søldarfirði onga endurvenjing eftir sína skurðviðgerð, har ein partur av mjødnini varð skift út, tá ein nýggj kúla bleiv sett í.

Ikki fyri enn dóttirin hjá manninum óteljandi ferðir ger vart við støðuna, sleppur maðurin til endurvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið hevur serligt rehabiliteringsskeið til fólk við Parkinson.

– Fólk hava rætt til at senda eina klagu til Sjúkrahúsverkið, og har siga sína meining, sigur forkvinnan í Parkinsonfelagnum, tá víst verður til málið um 78 ára gamla mannin úr Søldarfirði, sum ikki hevur fingið neyðuga endurvenjing eftir skurðviðgerð, hóast sagt verður í faldara frá Sjúkrahúsverkinum, at “fysioterapeutur leiðbeinir og venur við tær dagliga” og eftir útskriving “um neyðugt, verður biðið um heimarøkt til tín”.

Hon heldur, at tað hevði verið ynskiligt, at bæði Landsjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús høvdu serútbúnar fysioterapeutar til fólk við Parkinson.

Les eisini...  Áheitan frá Giktafelag Føroya: Takið giktaøkið í álvara

– Tí sum vit vita, so er venjing og aftur venjing besti heilivágur hjá fólki við Parkinson.

– Annars eru nakrir fáir fysioterapeutar við serútbúgving til fólk við Parkinson, sum arbeiða kring landið, vísir hon á.

Les meira her: