Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Felags foreldraráð valt fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu

Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í nýggja, felags foreldraráðið

Felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum. 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

23 foreldraráð luttóku á fundinum í Finsen í gjárkvødlið, har átta valevni høvdu stillað upp til fyrsta felags foreldraráðið. Valdu umboðini og varalimirnir eru hesi:

  • Barbara Djurhuus
  • Bergdís Ester Gisladóttir
  • Jóhanna Maria Olsen
  • Ólavur Jóannesarson Hansen
  • Svanna í Gong
  • Beinta Lisberg (1. varalimur)
  • Hans Fróði Jensen (2. varalimur)

Nevndin fer at skipa seg á fyrstkomandi fundi. Felags foreldraráðið hevur tveir fastar fundir um árið og kann kalla inn til fleiri fundir, um tørvur verður á hesum.