Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ sett hjálparvenjara

KÍ hevur gjørt sáttmála við norðmannin Espen Haug um at hann skal vera hjálparvenjari á besta mansliðnum næstu tvey árini

– Enn ein norsk greipa fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ í 2024 og 25. Avtala er gjørd við norðmannin Espen Haug um at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov. 

Tað skriva KÍ á heimasíðu sínari.

48 ára gamli Espen Haug hevur verið venjari hjá Gjøvik-Lyn í seks ár, men hevur gjørt av at taka við nýggjum avbjóðingum í KÍ. 

Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss, har hann eisini hevur verið. Í 2018 fór hann til Gjøvik-Lyn, har hann hevur verið inntil nú. 

– KÍ fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin, og harvið er greitt, at hann er við á venjingarleguni í Portugal í næstu viku, skrivar felagið.

Sáttmálin við Espen Haug er galdandi kappingarárini 2024 og 2025.