Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Janus Wiberg tekur lut í danska Melodi Grand Prix´num

Við sanginum “I Need Your Love” skal Janus Wiberg lyfta arvin eftir Rana Petersen (Reiley), ið vann danska Melodi Grand Prixið í fjør

Í fjør vann Rani Petersen danska Melodi Grand Prixið við sanginum “Breaking My Heart”, og í ár skal Janus Wiberg Mortensen lyfta arvin eftir Reiley, og tað ger hann við sanginum “I Need Your Love”.

Tað kunnger DR á heimasíðu sínari.

Janus hevur sjálvur skrivað sangin í samarbeiði við millum annað Søren Balsner, ið er kendur frá Carpark North, og bretska Nick Tsang, sum áður millum annað hevur havt samstarv við Lewis Capaldi, ið skuldi verða høvuðsnavnið á G-festivalinum í 2019, men kendi seg noyddan at avlýsa sína konsert í Føroyum, eftir trýst frá djóraverndarfelagsskapum. Eisini hava Símun Dam, Danny Baldursson og Hans Marius Ziska hjálpt til við sanginum.

Her heima kenna vit serliga sangin hjá Janusi “Mítt vakra Føroya land”, sum gjørdist ein sonn landaplága, men tað eru eisini boð eftir honum í Grikkalandi, har hann hevur sungið sang hjá kenda grikska sangaranum Pantelis Pantelidis, ið doyði í 2016.

Fyri kortum skrivaði Janus Wiberg sáttmála við Warner Music, og eftir ætlan koma fleiri sangir hjá honum út í ár.

Danska Melodi Grand Prixið verður leygardagin 17. februar.

Sangurin kann hoyrast her: