Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kommunan í Malmø spýtir 19 milliónir í at skipa fyri Eurovision

Malmø væntar at fáa nógv ferðafólk til býin, tá býurin verður vertsbýur fyri Eurovision-finaluni komandi ár

Svenskarar hava funnið útav, at vinnuferðavinna loysir seg.

Komandi ár verður Malmø vertsbýur fyri Eurovision-finaluni, eftir at Loreen streyk til tops við sanginum “Tattoo”.

Longu nú er greitt, at kommunan fer at spæla ein aktivan leiklut við at fáa so mest burturúr, tá býurin væntandi fær nógvar gestir.

Kommunan hevur avgjørt at spýta 30 milliónir svenskar krónur – 19 milliónir krónur í okkara peningi – so býurin verður til reiðar til Eurovision Song Contest-finaluna komandi ár.

– Vit skipaðu fyri Eurovision fyri tíggju árum síðan, og útrokningar sum vórðu gjørdar tá vístu, at vit fingu umleið 185 milliónir krónur (umleið 115,40 milliónir krónur í okkara peningi, red.) í ferðafólkainntøkum, sigur býráðslimurin fyri Sosialdemokratarnar í býráðnum í Malmø, Katrin Stjernfeldt Jammeh, til Sveriges Radio.

Sambært tíðindastovuni TT, so spýtti býráðið í Malmø í 2013, tá Malmø eisini var vertsbýur, umleið 16 milliónir krónur í at skipa fyri Eurovision.

Til samanberingar brúkti Stokkhólm umleið 62 milliónir danskar krónur at skipa fyri Eurovision í 2016, men tá varð helvtin av hesum pengunum brúktir til at umvæla The Globe Arena, har finalan var hetta árið.

Hoyr vinnarasangin hjá Loreen her: