Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Afrikanski stjørnuleikarin hjá Benfica og Portugal

Tað er ein orsøk til, at hann verður roknaður millum heimsins bestu fótbóltsleikarar nakrantíð.

Tann 25. januar 1942 var portugisiski stjørnuáleyparin, Eusébio da Silva Ferreira ella rætt og slætt Eusébio, føddur í Lourenço Marques (nú Maputo). Hann varð valdur til besta europeiska leikara í 1965 og varð føddur í landinum, sum nú kallast Mozambique. Tá hevði Portugal ræðið á Mozambique, sum var kent sum portugisiska Eysturafrika. Eusébio vaks upp har og skrivaði undir fyrsta sáttmála við felagið í grannalagnum, Sporting de Lourenço Marques, í 1957 og spældi har, til hann skrivaði undir við Benfica í 1960.

Hann vísti seg beinanvegin fram í nýggja felagnum og skoraði eitt hattrikk í fyrsta dystinum, sum var ein venjingardystur í mai 1961 ímóti Atlético Clube de Portugal. Samanlagt skoraði hann 473 mál í 440 dystum í øllum kappingum, meðan hann vann 11 meistaraheiti, 5 steypafinalur og Europa Cup fyri meistaralið í 1962, har hann skoraði tey bæði seinastu málini í 5-3 sigrinum hjá Benfica á Real Madrid.

Í kappingarárinum 1964-65 skoraði hann heili 48 mál, sum eisini var persónligt met og tað førdi til, at hann varð kosin besti leikari í Europa. Árið eftir gjørdist Eusébio toppskjútti undir HM 1966 í Onglandi við 9 málum. Eusébio er framvegis mest skorandi Benfica-leikarin nakrantíð og átti portugisiska landsliðsmetið fram til 2006 við 41 málum, tá Pauleta tók metið. Nú hevur Cristiano Ronaldo skorað 128 mál, men Eusébio hevur betri skoringslutfall (mál fyri dyst) og Eusébio eigur framvegis flest portugisisk mál í HM-høpi.

Í 1967-68 og í 1972-73 skoraði Eusébio flest landskappingarmál í Europa við ávikavist 42 og 40 málum. Tríggjar ferðir skoraði hann flest mál í Europa Cup: 1964-65 (saman við José Torres) 9 mál, 1965-66 (saman við Florian Albert) 7 mál og 6 mál í 1967-68.

Les eisini...  Raúl González Blanco fyllir 46 ár

Hann fór frá Benfica í 1975 og spældi við fleiri ymiskum liðum í USA, Mexico og Portugal, áðrenn hann gavst í 1980. Hann andaðist 5. januar 2014.