Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrið og Reyði Krossur Føroya lata eisini stuðul til Grindavíkar

Umframt stuðulin frá Lions Føroyar, so lata føroyingar 600.000 til íbúgvarnar í Grindavík

Í eina góða viku hava føroyingar savnað saman pening at lata íslendska Reyða Krossi. Stuðulin verður brúktur til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 borgarar hava verið noyddir at rýma frá heimum sínum.

Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum hevur Reyði Krossur Føroya savnað 250.000 kr. til endamálið.

Sum avvarandi landsstýrismaður fyri neyðhjálp hevur Bjarni K. Petersen gjørt av, at Føroya landsstýrið letur somu upphædd, soleiðis at føroyski stuðulin til Grindavíkar tilsamans – saman við peningaupphæddini frá Lions Føroyar – nú er 600.000 krónur.

Íslendski Reyði Krossur takkar føroyingum hjartaliga fyri stuðulin:

“Okkara føroysku vinir eru altíð til reiðar at gera góðar gerðir. Tú noyðist aldrin at biðja um hjálp, men tey bjóða seg fram alt fyri eitt. Sum vinir gera” sigur Jón Brynjar Birgisson, rakstrarstjóri í Íslendska Reyða Krossi.

(Myndir: Íslendski Reyði Krossur)