Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reyni Service heldur fram at stuðla Parasport Føroyar

Parasport Føroyar og Reyni Service hava undirskrivað nýggja fýra ára langa stuðulsavtalu

Parasport Føroyar og Reyni Service hava undirskrivað nýggja fýra ára langa stuðulsavtalu, ið skal vera við til at tryggja framhaldandi menningina av paraítróttinum í Føroyum.

Stuðulin er serliga ætlaður framhaldandi at menna Framerunning ítróttinum. Framerunning er ítrótt fyri fólk við skerdari javnvág. Ein Framerunner er ein serframleidd súkkla uttan pedalir, har javnvágin ikki er ein trupulleiki. Tí er Framerunning ein upplagdur ítróttur til m.a. fólk við CP, við gikt og amputeraði.

Ítrótturin gevur fólki við breki, ið vanliga bert kunnu flyta seg við el. koyristóli, manuellum koyristóli ella gonguhjálp, møguleika at flyta seg við egnari megi, og gevur sjálvt teimum við størstu brekum møguleikan at flyta seg frítt og at renna.

“Tað er okkum ein gleði at vera við til at stuðla virkseminum hjá Parasport Føroyum. Serliga við atliti til Framerunning, har Føroyar longu hava ítróttarfólk sum hava gjørt vart við seg á altjóða støði”, sigur Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service

“Vit eru sera fegin um at Reyni Service velur at halda fram at stuðla Framerunning ítróttinum, ið gevur fólki ið annars hava trupult við at flyta seg við egnari megi, ein møguleika at íðka og harvið eisini fáa gagnligu árinini av rørslu” sigur Petur Elias Petersen, ið er formaður í Parasport Føroyar.

Parasport Føroyar vónar at avtalan kann viðvirka til at enn fleiri føroyingar fáa eyguni upp fyri Framerunning.