Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan illgruna um mann sum hevur snýtt fólk á netinum

Føroya Politi hevur heitt á myndugleikarnar í Danmark at finna fram til føroyingin, sum býr í Danmark

Bátar, fiskiloyvi, ræst og turt kjøt, nátungar og lundar.

Jú, hugflogið hevur ikki manglað hjá einum føroyingi, sum hevur “selt” millum annað hesi omanfyrinevndu ting á netinum, har fólk í góðari trúgv hava goldið fyri hesar vørur, men hava ongantíð fingið tær.

Føroya Politi upplýsir, at nógv fólk hava vent sær til løgregluna, tí tey eru blivin snýtt á netinum.

Løgreglan hevur illgruna til ein føroying, sum er fluttur til Danmarkar, og tí hevur Føroya Politi nú sett seg í samband við danska politiið, sum nú roynir at finna fram til mannin.

Talan er um fleiri mál, men løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu stór upphæddin er, sum hesin føroyingurin hevur snýtt seg til.

– Summi fólk hava mist 3.000 – 4.000 krónur, og summi meira enn tað, er tað vaktleiðarin kann upplýsa upp á núverandi tíðspunkt.

Løgreglan vil ikki siga, hvat fyri navn ella dulnavn, maðurin hevur brúkt, tá hann hevur selt vørur á netinum, men í gjár kom ávaring á “Rótikassanum fyri menn” og “Rótikassin 24/7” á Facebook um ein mann, sum hevur snýtt føroyingar fyri fleiri túsund krónur.

Á “Rótikassin24/7” á Facebook skrivar ein brúkari millum annað soleiðis:

“Hann hevur sikkurt nokk snýtt meg eisini. Seldi mær eitt fiskiloyvi 5B. Sendi mær dokumentir og alt. Men tá eg fór til Vørn var einki til av nøkrum. Sjálvt um brævhøvd og alt sá normalt út. Men Harragud, hevđi mađurin so knappan tørv á pengum/hjálp, so ver friđur viđ tí. Standi bara eftir viđ eini langari nøs. Forbannađ hugstoytt/troyttandi tá fólk ikki eru erlig!”

Á Facebook er eisini ein ávaring til fólk til hetta uppslagið niðanfyri:

Les eisini...  Trý lítil ferðsluóhapp