Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý lítil ferðsluóhapp

Nøkur smá ferðsluóhapp hava verið seinasta døgnið, og so hevur Brimil sleipað eitt fiskiskip til lands

– Fólk eru rættiliga góð til at sjálvi at siga frá, tá tey, við bili sínum, til dømis hava borið við ein annan bil. Og tí er tað sum oftast bara fyri at vegleiða, tá vit verða kallaði út, hvussu tey innblandaði skulu bera seg at, tá skaði skal meldast til tryggingina, og so uppliva vit eisini, at fólk spyrja okkum, hvussu tey kunnu koma í samband við eigara á bili, sum skaði er hendur á.

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun, sum greiðir frá, at tað hava verið trý smærri ferðsluóhapp tað seinasta døgnið.

– Eitt hendi í Eysturoynni, og tvey hendu í Havn. Talan er bert um lítlan materiellan skaða, har eitt akfar tók í ein parkeraðan bil, og onkur bakkaði á ein annan bil, greiðir vaktleiðarin frá.

Annars er ikki nógv at frætta í morgun.

– Sjúkraflutningur hevur verið seks ferðir, og tað er rættiliga vanligt, at talið er harum fyri eitt døgn, sigur vaktleiðarin.

Annars er enn eitt sindur ógreitt, um útróðrarbáturin, ið fór at leka mikudagin, har tveir mans vórðu bjargaðir av bátinum við bjargingartyrluni hjá Atlantsflog, er sokkin ella ikki.

– Orsakað av líkindunum, og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin, segði MRCC fyrradagin.

MRCC veit einki at siga, hvørt útróðrarbáturin er sokkin ella ikki, men MRCC gongur út frá, at hann er sokkin, greiðir Kringvarpið frá.

Sleipaði fiskiskip
Í gjár sleiðaði Brimil eitt fiskiskip á Havnina.

Tað var skiparin sjálvur, ið boðaði MRCC frá, at skipið mátti hava hjálp at koma til lands.

Les eisini...  Knústi egið innbúgv

Hetta var tíðliga mikumorgunin, at skiparin boðaði frá.

Brimil kom út til fiskiskipið, og sleipið tók 28 tímar og 22 minuttir, tá so skipini bæði komu á Havnina.